Tú hevur hugt út yvir fjørin, hevur longst at sloppið vekk
Langt, langt vekk frá hesum myrka tunga staði
Tú hevur uppbrúkt alla orku, og teir kjansir ið tú fekk
So í mangar mátar er tað jú í lagi
Kanst tú siga farvæl
Til hesar kendu gøtur
Leggja heimin fyri tínar smáu føtur
Høgt tað er til himmals
Millum fjøllini er trongt
Í barmi tínum brennur sannur longsul
Tá hurðar lata aftur
Langt, langt vekk frá hesum myrka tunga staði
Tú hevur uppbrúkt alla orku, og teir kjansir ið tú fekk
So í mangar mátar er tað jú í lagi
Kanst tú siga farvæl
Til hesar kendu gøtur
Leggja heimin fyri tínar smáu føtur
Høgt tað er til himmals
Millum fjøllini er trongt
Í barmi tínum brennur sannur longsul
Tá hurðar lata aftur